Thursday, September 8, 2011

Fólkaflokkurin vil verja føroysk tjóðarrættindi

Fólkaflokkurin bjóðar seg fram til fólkatingsvalið, tí vit vita, at vit eisini á Fólkatingi kunnu gera mun.
 

Ágangurin uttanífrá ímóti Føroyum, serliga frá ES, hevur ongantíð verið størri enn nú.

Beinan vegin vit kravdu okkara rætt til tað fiskiríkidømi, sum er í føroyskum sjógvi, hótti ES, har Danmark eisini er ein partur, okkum við tiltøkum, um vit ikki gjørdu, sum ES vildi.

Hetta hoyrdu vit aftur frá danska uttanríkisráðharranum, Lene Espersen, sum fyri kortum var á vitjan í Føroyum.

Føroyingar ráða yvir føroyska tilfonginum, ikki Danmark og ikki ES. Fólkaflokkurin vil tryggja, at tað framhaldandi verður so.

Vit vita, at við politiskum samstarvi á jøvnum føti við danskar politikkarar, fáa vit okkara sjónarmið um sjálvræði yvir tilfonginum í sjónum grundfest enn betur enn nú.

Danmark og ES hava somu seráhugamál í makrelmálinum. Danskir politikkarar skulu skilja, hví støða okkara til tilfongi er, sum hon er.

Fyri at hetta skal eydnast, mugu vit hava umboð á Fólkatingi, sum standa sterk, og halda fast við rættin hjá Føroyum, og ikki lata seg trýsta til at góðtaka hvat sum helst.

Samstundis skulu vit nýta okkara fólkatingsumboðan til at arbeiða fyri at fáa ES at skilja okkara sjónarmið um tilfongi, so tey rættindir, vit hava strítt okkum til, verða staðfest framyvir eisini.

Vit stríðast fyri at verja okkara tjóðarrættindir, rættindir, sum hava avgerðandi týdning fyri føroyska samfelagið. Øll, eisini ES, eiga at skilja og hava virðing fyri einum landi, sum verjir síni tjóðarrættindir.

Hóast vit við okkara heimliga politikki, hava givið ES góð argumentir til komandi samráðingar, tí vit hava avreitt alt harðvunna tilfongi til útlendingar at taka, eru tað bert føroyskir mynduleikar, sum ráða yvir føroyskum tilfongi.

Wednesday, September 7, 2011

Makrelurin - politisk kastibløka

Tað hevur verið áhugavert at fylgt við gongdini í makrelmálinum seinastu dagarnar. Hóast eg ikki longur eri partur í viðgerðini, hevur málið framhaldandi mín stóra áhuga, og kann eg tí ikki lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum Sjálvur hevði eg lagt arbeiðið við makrelkunngerðini soleiðis tilrættis, at umframt skipini í felagnum Nótaskip, sum eiga rætt til part av makrelkvotuni, skuldu øll føroysk skip fáa møguleikan til at taka lut í makrelfiskiskapinum í summar.

Dentur var lagdur á, at hava eina rættvísa og sakliga viðgerð, so kunngerðin setti allar partar líka. At gera og lýsa kunngerðina er ábyrgdin hjá landsstýrismanninum, nú løgmanni, og er hann sjálvtsagt bundin av teimum ásetingum, sum lógin tilskilar.

Nú frættist at fleiri aðalráð og stovnar, umframt politiskir flokkar, sita og arbeiða við makrelkunngerðini. Tað tykist sum um áhugin er sera stórur at sleppa framat, fyri at, hvør í sínum lagi, kann seta síni fingramerkir á makrelbýtið. Fleiri av teimum vóru ikki so álvuligir, tá makrelkvotan skuldi ásetast, men nú hevur pípan fingið annað ljóð.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum var rættuliga avgjørdur tað eina kvøldi í sjónvarpinum, og helt fast við, at ein partu av makrelkvotuni skuldi bjóðast úr, og vísti til eina meiriluta í Uttanlandsnevndini.

Eftir seinastu útmeldingina frá løgmanni, verður talan ikki um at selja makrelin á uppboði. Áhugavert verður at hoyra, hvørjar grundgevingar formaðurin í Javnaðarflokkinm nú hevur, tá hetta áður var eitt ófrávíkiligt krav.

Útmeldingarnar frá løgmanni hava verið ymiskar. Tórsdagin ljóðaði, at 60 túsund tons skuldu útlutast í fyrsta umfari, og at kunngerðin var klár at senda til hoyringar. Fríggjadagin segði løgmaður, at kunngerðin fer at umfata alla makrelkvotuna, og at kunngerðin verður klár at senda til hoyringar í næstu viku. Mánakvøldið boðaði løgmaður so frá, at arbeiðið við at býta makrelin heldur áfram, eina tíð enn.

Eitt av aðalmálunum í allari fyrisiting er, at allir borgarar skulu viðgerast líka. Tí undrar tað meg, at partarnir, sum nú sita og býta makrelin, tosa um at leggja kilogjald á hetta eina fiskaslagið. Ein partur av makrelkvotni, 25 túsund tons, er longu nýttur í avtaluni við Russland. Kvotan í Barentshavinum er útlutað á sama hátt sum undanfarin ár.

Trongdin eftir at fáa pengar í ein ómettuligan landskassa hevur gjørt, at partarnir, sum nú býta makrelin, vilja skatta partar av hesum eina fiskaslagnum.

Hvørji tey sakligu atlitini eru, ið tala fyri hesum tilfeingisskatti til ávísar skipabólkar, veit eg ikki, men vónandi verið eg klókari, tá skattauppskotið fyriliggur.

At leggja størri skatt á vinnuna merkir, at fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, verður munandi verri fyri í kappingini. Teir, sum vit kappast við, leggja ikki slíkan skatt á vinnuna. Vónandi sær bólkurin, sum nú býtir makrelin, vandan í hesum, og letur vera við at skatta vinnuna meira.
 
Hóast eg ikki skilji arbeiðsháttin, ynski eg bólkinum hepna hond við arbeiðinum, og vóni eg, at makrelurin verður eitt munandi íkast, bæði hjá fiskivinnuni og øllum føroya fólki.