Fólkafloksumboðan á Fólkatingi

Á Fólkatingi vilja vit virka fyri samstarvi millum lond okkara. Ávirkan okkara byggir á áræði, ábyrgd og álit undir samráðingum. Fólkafloksumboð á Fólkatingi fer at virka óheft at donskum flokkum. Í Føroyum skulu føroyingar ráða, og tí skulu danir ráða i Danmark. Sjálvstýrisstríðið skal førast í Føroyum.

• Vit vilja samstarv
• Vit vilja verða Føroya longdi armur
• Vit vilja styrkt samstarv um útbúgving og heilsurøkt
• Vit vilja tryggja og varðveita rættindi hjá føroyingum í Danmark
• Vit vilja tryggja, at í samband við yvirtøkur skulu danskar ognir her latast okkum uttan gjald
• Vit vilja við lóg tryggja landsstýrinum fult innlit í gongdina í føroyska bankakervinum, so stig kunnu takast, áðrenn tað gongur galið.
• Vit vilja, at í hvalaveiðifelagsskapinum IWC skal okkara rødd hoyrast og atkvøða telja, ella skulu vit úr felagskapinum
• Vit vilja slóða fyri, at vit fáa fasta eygleiðarastøðu í ST sum eina byrjan til fullan limaskap
• Vit vilja slóða fyri at gerast sjálvstøður limur í heimshandilsfelagsskapinum WTO
• Vit vilja yvirtaka okkara Loftrúm
• Vit vilja taka ábyrgd frá Danmark, so hvørt Danmark letur ábyrgd til ES, og vera vakið eyga við nýggjum ES-reglum, sum ávirka okkum.
• Vit vilja virka fyri tollsamgongu við ES
• Vit vilja virka fyri praktiskum loysnum
• Vit vilja slóða fyri frælsum felagsskapi millum Føroya og Danmarkar, ein ríkjafelagsskap millum tvey javnbjóðis lond.

Á Fólkatingi vilja vit arbeiða fyri okkara fólk. Tað er svárt, tá sjúka rakar, og tí mugu vit tryggja okkara sjúklingum bestu sjúkuviðgerð. Vit vilja tryggja okkara ungu bestu útbúgvingarmøguleikar og vit vilja undir ongum umstøðum lata frá okkum sjálvræði á okkara tilfeingi í sjónum. Fólkaflokkurin vil á Fólkating at skapa praktiskt samstarv um praktisk mál. Ideologisku spurningarnir um høgra/vinstra og um sjálvstýri/samband taka vit í Løgtinginum. Nógv kann røkast við praktiskum samstarvi um praktisk mál.