Wednesday, September 7, 2011

Makrelurin - politisk kastibløka

Tað hevur verið áhugavert at fylgt við gongdini í makrelmálinum seinastu dagarnar. Hóast eg ikki longur eri partur í viðgerðini, hevur málið framhaldandi mín stóra áhuga, og kann eg tí ikki lata vera við at koma við nøkrum viðmerkingum Sjálvur hevði eg lagt arbeiðið við makrelkunngerðini soleiðis tilrættis, at umframt skipini í felagnum Nótaskip, sum eiga rætt til part av makrelkvotuni, skuldu øll føroysk skip fáa møguleikan til at taka lut í makrelfiskiskapinum í summar.

Dentur var lagdur á, at hava eina rættvísa og sakliga viðgerð, so kunngerðin setti allar partar líka. At gera og lýsa kunngerðina er ábyrgdin hjá landsstýrismanninum, nú løgmanni, og er hann sjálvtsagt bundin av teimum ásetingum, sum lógin tilskilar.

Nú frættist at fleiri aðalráð og stovnar, umframt politiskir flokkar, sita og arbeiða við makrelkunngerðini. Tað tykist sum um áhugin er sera stórur at sleppa framat, fyri at, hvør í sínum lagi, kann seta síni fingramerkir á makrelbýtið. Fleiri av teimum vóru ikki so álvuligir, tá makrelkvotan skuldi ásetast, men nú hevur pípan fingið annað ljóð.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum var rættuliga avgjørdur tað eina kvøldi í sjónvarpinum, og helt fast við, at ein partu av makrelkvotuni skuldi bjóðast úr, og vísti til eina meiriluta í Uttanlandsnevndini.

Eftir seinastu útmeldingina frá løgmanni, verður talan ikki um at selja makrelin á uppboði. Áhugavert verður at hoyra, hvørjar grundgevingar formaðurin í Javnaðarflokkinm nú hevur, tá hetta áður var eitt ófrávíkiligt krav.

Útmeldingarnar frá løgmanni hava verið ymiskar. Tórsdagin ljóðaði, at 60 túsund tons skuldu útlutast í fyrsta umfari, og at kunngerðin var klár at senda til hoyringar. Fríggjadagin segði løgmaður, at kunngerðin fer at umfata alla makrelkvotuna, og at kunngerðin verður klár at senda til hoyringar í næstu viku. Mánakvøldið boðaði løgmaður so frá, at arbeiðið við at býta makrelin heldur áfram, eina tíð enn.

Eitt av aðalmálunum í allari fyrisiting er, at allir borgarar skulu viðgerast líka. Tí undrar tað meg, at partarnir, sum nú sita og býta makrelin, tosa um at leggja kilogjald á hetta eina fiskaslagið. Ein partur av makrelkvotni, 25 túsund tons, er longu nýttur í avtaluni við Russland. Kvotan í Barentshavinum er útlutað á sama hátt sum undanfarin ár.

Trongdin eftir at fáa pengar í ein ómettuligan landskassa hevur gjørt, at partarnir, sum nú býta makrelin, vilja skatta partar av hesum eina fiskaslagnum.

Hvørji tey sakligu atlitini eru, ið tala fyri hesum tilfeingisskatti til ávísar skipabólkar, veit eg ikki, men vónandi verið eg klókari, tá skattauppskotið fyriliggur.

At leggja størri skatt á vinnuna merkir, at fiskivinnan, bæði á sjógvi og landi, verður munandi verri fyri í kappingini. Teir, sum vit kappast við, leggja ikki slíkan skatt á vinnuna. Vónandi sær bólkurin, sum nú býtir makrelin, vandan í hesum, og letur vera við at skatta vinnuna meira.
 
Hóast eg ikki skilji arbeiðsháttin, ynski eg bólkinum hepna hond við arbeiðinum, og vóni eg, at makrelurin verður eitt munandi íkast, bæði hjá fiskivinnuni og øllum føroya fólki.